Drekin kom úr skugganum út í veika mánalýsið. Roðslan glitraði sum perlumóðir, og langi kroppurin brandaði sum aldur í mánalýsinum. Hvassa tungan gekk kyk út og inn úr kjaftinum, sum royndi hann at smakka luftina. Tað er ikki við góðum vilja, at Dina er stødd í Drekagarðinum í Dunark. Hon er ræðslusligin, og hægsta ynski hennara er at vera ein heilt vanlig genta, sum hevur heilt vanligar vinkonur. Men soleiðis er ikki, tá ið tú ert dóttir Skammarans, og eingin torir at hyggja inn í eygu tíni.
Í bókini kanst tú lesa um 100 kvinnur úr allari verðini: journalistar, politikarar, drotningar, rithøvundar, rokkstjørnur, teldufrøðingar, ballettdansarinnur, vísindafólk og mangar, mangar aðrar. Hon er egnað sum lesnaður hjá bæði smáum og stórum.
Í ævintýrasavninum eru ævintýr, sum Jakob Jakobsen, doktari í málfrøði, savnaði saman og skrivaði niður á pappír í farnu øld. Millum tey 15 ævintýrini í savninum eru millum annað ævintýrini um Øskudólg, Teir sjey svanirnar, Gullgásina og Risans Klótu. Njót tey saman við vøkru tekningunum hjá nøkrum av dugnaligastu myndprýðarum okkara. Ævintýrini eru øll umskrivað og hava fingið eitt meiri nútímans mál.
Ein genta eigur ein hamstara, ið eitur Harra Muffin. Einaferð var hann ungur og sterkur og orkaði at bera og dragsa agurkur, men nú er hann gamal, móður og gráur. Hann hugsar um lívið hjá sær og mjatlar eina mandlu. Ein mikudag fær Muffin brádliga ilt í magan. Tey senda boð eftir djóralæknanum, men hon kannar hann og bara ristir á høvdinum - har er onki at gera.
Ein heilskapað og hugvekjandi myndabók um tað at gerast gamal og doyggja. Bókin lýsir eisini, hvussu børn hugsa um deyðan.
Tá ið Nora byrjar í sætta flokki, er onki longur, sum tað plagar at vera. Sabina, sum hevur verið besta vinkona hennara, síðan tær vóru smágentur, vil nú bara vera saman við Fanný og teimum hørðu í flokkinum. Karin vil vera saman við Noru. Men vil Nora vera saman vil Karini?
Søgan um hungursbarnið er um ellivu ára gamla neytadrongin Lárus, sum ein dagin, hann ansar neytunum á almenninginum, kemur fram á Tinku, ið er níggju ár. Hon er foreldraleys og einsamøll, men fram um alt svong og skitin; hon hevur megnað at halda sær á lívi í kroysuni saman við deyðu mammu síni í langa tíð. Lárus gevur Tinku mat og drekka og fær hana við sær heim á garðin, har hann tænir.
Hetta er bókin um Puck, eina unga gentu, sum ger alt fyri ikki at missa tamarhaldið, ikki at lata nakran koma ov nær, ikki vísa hvør hon í grundini er. Men hetta er eisini søgan um ein pápa, sum hvarv, og eina mammu, sum varð verandi eftir.
Ein dagin møtir Høgni einum gomlum skúlafelaga, Jóhan, niðri í býnum. Hann verður illa við, tí minnini renna fram fyri hann. Hann minnist, hvussu tað var, tá ið hann og foreldrini fluttu heim til Føroya fyri fleiri árum síðan, og hann fór í nýggjan flokk. Helst hevði hann viljað gloymt alt um hatta fyrsta árið …
Ein spennandi bók um hvussu trupult tað kann vera at fóta sær í nýggjum umhvørvi, um happing og um vinalag.
Mari er forelskað í Mads. Men er hann í henni? Og hví er tað synd fyri Kunuk? Ein nútímans søga úr Grønlandi um kærleika, hjartasorg, skilnað og vinalag.
Bókin er hugtakandi bók um gøtubørn í Bukarest, og um hvønn týdning vinalag og samanhald hava. Hon snýr seg um Sandalu, sum er fimtan og býr í kloakkskipanini undir jørð í Bukarest.
Annar partur í spennandi tríverkinum um Katniss Everdeen, sum noyðist á válin at stríðast fyri lívinum.
Katniss hevur vunnið hungursleikirnar. Hon og felagin Peeta eru framvegis á lívi, og Katniss skuldi av røttum verið glað, men hon er alt annað. Vinmaðurin Gale roynir at halda sær frá henni. Peeta tosar als ikki við hana og teskað verður um, at ein uppreistur er í væntu ímóti Capitol – ein uppreistur sum Katniss og Peeta kanska hava stóra skyld í.
Á sigursferðini runt í sýslunum koma tey bæði at uppliva nakað, sum setir tey í enn størri vanda, og so fær søgan eina brádliga og óvæntaða vend ...
Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.
6.august 1945, klokkan eitt korter til nýggju. Uppi yvir býnum Hiroshima - ein bráðkveiktur glampi. Fyrsta kjarnorkubumban er brostin. Bókin lýsir á ein hugtakandi hátt henda grátiliga morgun. Smágentan Sadako er eitt av offrunum fyri fyrstu kjarnorkubumbuni. Men Sadako vil liva. Tá ið hon verður før fyri at evna til túsund tranar úr gullpappíri, fer hon at fáa heilsuna aftur. Túsund tranar.
Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum. Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann svávulpinnar og setir eld á grasið. Tí hann ætlar at sløkkja tað við vatnslanguni. Men so gongur alt púra galið!
Sóley er ein klók og sjálvstøðug genta.
Í skúlanum er hon sera dugnalig, men floksfelagar hennara standa allir saman um at gera henni lívið torført.
Tá ið ein nýggj genta kemur í flokkin, hendir ymiskt óvæntað, sum fer at broyta lívið hjá Sóley. Leikur í talvi er ein innilig, spennandi og væl skrivað søga, sum hóskar til lesarar á øllum aldri.
Huckleberry Finn gongur fyri vág og vind í heimbýnum. Ein hjartagóð einkja roynir at fáa eitt hampafólk burtur úr honum, men hann orkar ikki fyri henni og rýmir út á eina sandoyggj úti í Mississippi. Har hittir hann Jim, nekaratrælin, sum er rýmdur. Teir gera ein flaka, og saman sigla teir oman eftir ánni og vóna at finna frælsi og sømilig kor.
Bókin er ein klassikari og ógvuliga stuttlig. Hon lýsir væl viðurskiftini hjá svørtum fyri mongum árum síðani í amerikansku suðurstatunum.
Malala er vorðin ein altjóða ímynd fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn Nobels. Í hesari bókini við endurminningum og myndum, greiðir Malala frá sínum merkisverda lívi.
Jan er í knípu, hann torir ikki at fara inn í krambúðina at stjala, hann torir heldur ikki at siga nei. Tí ger hann ikki sum Per og Heindrikkur vilja, fara teir at siga skúlastjóranum, hvat hann hevði gjørt í fyrsta tíma.