Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara Martin í kirkjugarðin at tendra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum árum síðan. Ljósið fer at brenna í fimm dagar, og Agnas ger av at fara hvønn fimta dag til nýggjárs. Men onkur annar ger eisini tað. Bókin snýr seg um sterkar kenslur, sorg og lívsgleði. Ein innilig bók við humor, álvarsemi, veruleika og hugflogi.