Fyrsta bók í røðini um Hungursleikirnar og Katniss Everdeen
Hungursleikirnir fara fram einaferð í framtíðini í landinum Panem, har Norðuramerika einaferð var. Í Panem er glæsuligi býurin Capitol umgyrdur av tólv fátækum sýslum. Stýrið í Capitol er harðrent og miskunnarleyst og heldur sýslunum niðri við at noyða tær allar at senda ein drong og eina gentu ímillum tólv og átjan ár til Hungursleikirnar, sum eru á hvørjum ári. Her skulu tey stríðast, til øll uttan ein liggja eftirá, og alt verður sent beinleiðis í sjónvarpi.
Sekstan ára gamla Katniss Everdeen sær tað sum ein deyðadóm, tá ið hon tekur plássið hjá yngru systrini í leikunum. Men Katniss hevur verið nær deyðanum fyrr – og at stríðast fyri at yvirliva er henni ikki fremmant. Hon mennist í stríðnum, men skal hon vinna, noyðist hon at taka avgerðir, sum viga viljan at liva upp ímóti miskunnsemi og lív upp ímóti kærleika.