Henry fer til Suðurafrika at leita eftir beiggja sínum, George, sum hann gjørdist óvinur við fyri nógvum árum síðan. Komin til Suðurafrika, finnur Henry út av, at George er farin at leita eftir námum Sálomon kongs, sum sigast at vera full í diamantum. Á ferðini eru Henry og fylgi hansara fyri mongum vandamiklum hendingum; teir enda í eini oyðimørk, síðan í bítandi kulda, og verða umringaðir av krígsmonnum. Fer tað at eydnast Henry at finna beiggja sín?