Teir eru farnir at ótolnast og hava so smátt gjørt av at avlýsa njósningina, tá ið teir hoyra tað eyðkenda ljóðið av, at trýst verður á billykilin.
„Pínadoyð!“ sigur Bjarki.
„Hvat hava vit gjørt,“ sigur André. „Hvat nú, um tey síggja okkum, hvussu sleppa vit út aftur …“
„Tað havi eg slættis ikki hugsað um,“ sigur Bjarki og angrar og angrar, men einki hjálpir.
Ein sera skemtilig og spennandi søga um tvey systkin, tveir vinmenn og ein málning, sum verður stolin úr Smiðjuni í Lítluvík.