Jóannes ger av at fara við línubáti til Nýfundlands, tá ið hann er liðugur við 9. flokk. Hetta dámar ikki pápanum, sum heldur vil, at hann skal fara í 10. flokk ella á studentaskúla. Hann hittir Marjuna í dansi tríggjar vikur fyri, at hann skal fara. Tey verða góð, og nú er ringt hjá Jóannesi at fara til skips.