Bleik um kinn hugdi Ása at svørðinum. Reyði steinurin logaði og glógvaði í sólini. Torfinnur hevjaði svørðið og rópti til Sterka: "Gátuna hjá gylta svørðinum hevur tú sagt mær. Men ..." Hvørja gátu er tað, sum gylta svørðið goymir? Og hvat er loyndarmálið hjá Ásu? Enn hevur hon ikki torað at sagt nøkrum frá, hvaðani hon kemur. Og hvat fer nú at verða, tá ið Ása hittir Torfinn, hann, ið hevur eygu bláari enn hav og himmal?