Í Glasblómulandinum vuksu blómur av klárasta glasi. Tær lýstu bæði dag og nátt í teimum vakrastu litum. Einaferð um árið hentaðu glasfólkini blómur, sum tey bræddu og evnaðu hús burturúr. Tað vóru prýðilig, skyggjandi glashús. Her var ongin misnøgd og ongin neyð. Øll góvu sær stundir og gjørdu alt við gleði. Ja, tað var frálíkt at vera í Glasblómulandinum. Men so en dagin kemur ein gestur koyrandi við rossi og vogni, og nú broytist alt ...