Nógv skriva dagbók, men fáar munnu verða vorðan almannaogn, sum henda hjá gentuni Onnu Frank. Í dagbókini, har ein stórur partur er skrivaður, meðan hon saman við familjuni og øðrum fjaldu seg í Amsterdam fyri týska hervaldinum. Í dagbókini fáa vit eina mynd av einari púra vanligari ungari gentu, men hon hevur ikki ein vanligan gerandisdag. Vit fáa sum lesarar innlit í tankar og kenslur hennara, hvussu tað er at liva avbyrgd og í ævigum ótta fyri at verða tikin.