Hvussu KUNDI hon gera hatta! Og so her! Heima hjá okkum! Eg hati hana!
Hvat er hetta, sum hendir? Onki annað er fyri eygum mínum enn reyða hár hennara!
At tað var so lætt at drepa onkran … Bara ein hvassur knívur … Tað var so lætt at drepa – seg …
Rissj! Rassj! Tað kenst væl at skræða eitt lív sundur. At skræða 16 ár í álir og lata tær flákra út í illveðrið, burtur fyri vell, alt hetta, sum ongin kennir, og ongin nakrantíð fer at kenna, alt hetta sum er Argantael, og sum skal enda í kvøld.
Søgan um Argantael er um sálarkvøl, um ov lítlan og ov nógvan kærleika, um sakn og angist hjá eini ungari kvinnu.